Logo - Føroya Handilsskúli
Heim    Samband    Síðuyvirlit    Print

Um Næmingaheimið undir Fjalli

 

Næmingaheimið undir Fjalli varð bygt í 1987. Sjálvsognarstovnurin “Íbúðir til ung í útbúgving” eigur heimið. Nevndin, 5 limir í sjálvsognarstovninum er vald av Tórshavnar býráð. Tríggir av nevndarlimunum eru politikkarar.

 

Heimið er bygt í tveimum við brandmúri ímillum. Vit nevna vanliga bygningarnar lon A og lon B. Heimið er í trimum hæddum. 18 kømur eru í hvørjum bygningi. Sostatt eru 36 kømur.

 

Næmingaheimið er 150 m frá Handilsskúlanum.

Øll kømurini venda oman móti býnum. Útsýnið er gott móti Nólsoynni. Skúlaheimið hjá Tekniska Skúla liggur tætt við skúlan. Næmingar hava møguleika at keypa sær døgurða og nátturða har.

 

 

Felagsrúmini

 

Í hvørjum bygningi er ein køku, har møguleiki er at gera mat. Øll amboð til matgerðina eru á heiminum. Í køkinum eru 5 køliskáp, 3-4

næmingar eru um hvørt køliskáp. 2 næmingar eru um eitt køksskáp.

 

Á heiminum er eisini setstova, har møguleiki er at hyggja í sjónvarp ella hugna sær við øðrum næmingum ella gestum. Heimið hevur eisini Televarpið.

 

 

Kømurini

 

Øll rúmini eru 18 fermetrar og hava wc/brúsu. Í hvørjum kamari er bókahill, skrivaraborð, skrivstovustólur, sofaborð, sovisofa og klædnaskáp.

 

Leigarin skal sjálvur útvega sær dýnu, kodda, rullumadrassu, seingjarklæði og allar skaffigreiðir.

 

Tey búgvandi hava møguleika at vaska og turka klæðir á heiminum.

 

Internet er sett upp í hvørjum kamari. Hvør leigari skal sjálvur útvega sær ein netkaðal til internetið.

 

 

Sáttmáli og kostnaður

 

Skrivligur sáttmáli verður gjørdur við hvønn leigara. Vart verður gjørt við, at uppsagnartíðin er 3 mánaðir.

 

Gjørt verður vart við, at bannað verður øllum at goyma og nýta rúsandi evni ella løg á heiminum. Orsøkin er, at tað hava verið trupulleikar av hesum á heiminum.

 

Kostnaður

 

Hvør leigari skal gjalda eitt depositum á kr. 3.000,- áðrenn flutt verður inn á Næmingaheimið.

Leigan er kr. 1.800,00 um mánaðin, og verður tað at gjalda fyrst í hvørjum mánað.

 

 

Reingerð á Næmingaheiminum

 

Næmingarnir skulu sjálvir halda kamarið reint. Vaskikona er sett til at vaska gangir, durar og felagsrúmið. Vaskikonan vaskar í vikuskiftunum.

 

 

Hvør kann búgva á Næmingaheiminum?

 

Allir næmingar sum ganga í skúla í Havn hava rætt til at búgva har, men tó hava næmingar á Handilsskúlanum fyrsta rætt.

 

Um tú ikki hevur søkt ella gongur á Handilsskúlanum, krevst at ein váttan frá tí skúlanum tú gongur á, um at tú ert næmingur har. Váttanin skal latast inn saman við umsóknarblaðnum til Næmingaheimið. 

 

 

Upp- og afturlatingartíðir

 

Næmingaheimið hevur hesar sjálvirkandi upp- og afturlatingartíðir:

 

Dagur Klokkan
Mánadag til fríggjadag kl. 07.00 - 24.00
Leygardag Stongt - atgongd eftir avtalu
Sunnudag kl. 09.00 - 24.00

 

Legg til merkis: Í vikuskiftunum ber til at búgva á Næmingaheiminum eftir avtalu. Set teg í samband við umsitarin.

 

 

Umsiting

 

Handilsskúlin umsitir Næmingheimið undir Fjalli. Um tú hevur spurningar ert tú vælkomin at seta teg í samband við umsitarin á tlf: 317177 ella á teldupost gg@hsh.fo.

                     

Umsóknarblað og faldari til Næmingaheimið kunnu heinast niðanfyri ella við at venda sær til skrivstovuna á Handilsskúlanum. Umsóknarbløðini skulu sendast til Føroya Handilsskúla, Marknagilsvegur 77, Postboks 177, 110 Tórshavn ella til teldupost gg@hsh.fo.

 

 

 

Logo - Føroya Handilsskúli Føroya Handilsskúli     Marknagilsvegur 77     FO-100 Tórshavn     Tlf. 31 71 77     Fax. 31 33 74     hsh@hsh.fo